Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Carol Symphor í starv sum sálarfrøðingur hjá Suðuroyar Barnaverndartænastu

9. marts 2015

Carol Symphor

Suðuroyar Barnaverndartænasta, sum er ssamstarv millum kommunurnar í Suðuroynni, hevur sett Carol Symphor úr Vági í starv sum sálarfrøðing.


Stýrið fyri Suðuroyar Barnaverndartænasta hevur gjørt av, at seta Carol Symphor í starv sum sálarfrøðingur.

Carol er 25 ára gomul og hevur útbúgving frá Københavns Universitet. Carol hevur fyrsta starvsdag hin 1. August í ár.

Hetta er fyrstu ferð, at sálarfrøðingur verður settur fyri Barndaverndartænastuna í Suðuroynni. Sigast kann tó, at Suðuroyggin verður triðja økið í landinum við sálarfrøðingi. Einans Tórshavnar og Norðoya Barnaverndartænasta hava sálarfrøðing í starvi.

Barnaverndartænastan hevur mett, at hettar hevur verið eitt neyðugt stig, fyri at fáa eina betri og fíggjarliga skynsamari sálarfrøðiliga tænastu. Sum nú er, so verður tænastan keypt uttanhýsis og hóast hetta hevur riggað væl, so verður mett, at tað kann gerast betri við kvalifiseraðari ráðgeving inni á Barnaverndartænastuni. Arbeitt hevur verið við at seta ein sálarfrøðing, síðan barnaverndartænasturnar í oynni vórðu lagdar saman í Suðuroyar Barnaverndartænastu, sigur Anna Malena Gilstón, leiðari fyri Suðuroyar Barnaverndartænstu.

Anna Malena sigur, at avgerðin um at Carol fekk bjóða starvið, varð tikin í síðstu viku og eru øll sera glað um avgerðina. Hon heldur tað vera sera positivt at finna ein kvalifiseraðan persón úr oynni, ið enntá kann hugsast at búseta seg og fáa sær familju á staðnum. “Carol fær ríkiligt at gera”, sigur Anna Malena.

Barndaverndartænastan kemur ikki einans at verða nýtt til viðgerð av viðskiftafólki, men hon fer eisini at taka sær av ráðgeving av starvsfólkum í Barnaverndartænastuni. Anna Malena metir, at tann akutta tænastan og tænastan sum heild, verður betri, nú ein sálarfrøðingur verður fast knýttur at stovninum.

 

Last modified: 9. marts 2015