TT
25 okt
31 okt
ABC vika í Vágs kommunu

Í døgunum 25. til 31. oktober verður ABC vika í Vági. Tað gløgga eyga leggur til merkis, at hetta ikki er samstundis, sum ABC vikan hjá Fólkaheilsuráðnum, og tað er ein orsøk til tess, men Vágs Kommuna kann vissa, at kommunan fer at gera nógv burturúr.

Árliga ABC vikan hjá Fólkaheilsuráðnum verður í døgunum 4. til 10. oktober. Temaði í vikuni er ”Saman skapa vit góða sálarliga heilsu millum ung”. Vágs Kommuna er ein trúgvur samstarvsfelagið hjá Fólkaheilsuráðnum og hevur avgjørt, at ABC vika eisini verður í Vági – bara ikki somu tíð, sum aðra staðni í landinum. Orsøkin er, at Ljósfestin byrjar í somu viku, sum ABC vikan hjá Fólkaheilsuráðnum, og kommunan ynskir at seta sjóneykuna á sálarligu heilsuna og geva rúm fyri ABC í Vági.

Tí hevur Vágs Kommuna gjørt av, í samráð við Fólkaheilsuráðið, at ABC vikan í Vági verður í døgunum 25. til 31. oktober, og fara kommunan og stovnar í kommuni at varpa ljós á sálarligu heilsuna. Í hesum døgum hendir mangt, sum er tengt at ABC og sálarligu heilsuni. Temaði í Vági verður tað sama sum hjá Fólkaheilsuráðnum. Í hesum sambandi ynskir kommunan at leggja dent á, at kommunan og borgarar vera til staðar í nú’inum og geva sær stundir til tað, sum er einum nær. Hvat kann so hetta merkja? Í dag er sera nógv sum órógvar okkara gerandisdag og sum tekur okkara uppmerksemi. Nokk teir størstu syndararnir eru telefonin og sosialu miðlarnar. Upplagt er í ABC vikuni, at man letur telefonina liggja og at man fer at vitja hvønn annan, fer til ymist, sum er í Vági, og ger sær dalt av øllum heintleikunum, sum kommunan hevur at bjóða.

 

ABC vikan og offline vikuskifti

Stovnar í kommununi, eitt nú, dagstovnurin Eikilund, ungdómshúsið og Vágs skúli fara at seta ABC í tímatalvuna hesar dagar. Í Miðlatúni verða tiltøk og kommunan bjóðar heintleikar fram. Dagarnar 29., 30. og 31. oktober fer Vágs Kommuna offline. Tað at kommunan fer offline er í trá við tí, sum kemur at fyriganga í Vági í vikuni. Somuleiðis er vónin at hetta sæst sum startskotið til eitt offline vikuskiftið hjá borgarum í Vági og endabresturin á ABC vikuni í Vági.