Arbeiðið at fríðka um í Vági gongur væl, nú dagførda p-økið millum Heilusmiðstøðina og gamla Suðuroyar Sparikassa tekur skap.
Arbeiðsmenn hjá kommununi eru farnir undir dagføring av økinum framvið Heilsumiðstøðini og frá Heilsumiðstøðini og út til gamla Sparikassa.
Í fjør varð p-økið vestanfyri Heilsumiðstøðina gjørt av nýggjum við flisalagdari gongubreyt við p-økið. Tá varð eisini gjørd ein flisalagd gongubreyt frá p-økinum og út til Heilsumiðstøðina.
Nú verður so hildið áfram út gjøgnum býin.
Í túninum við Heilsumiðstøðina er løgd flisalagd gongubreyt, sum gongur eystur um Heilsumiðstøðina, har nýggja gongubreyt er løgd framvið p-økinum millum Heilsumiðstøðina og gamla Sparikassan.
Niðanfyri eru fleiri myndir
Last modified: 21. oktober 2014