Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Byrja at byggja lutaíbúðir í næstum

15. oktober 2020

Ónskvøldið 14. oktober varð fundur fyri tey, sum hava skrivað seg upp til at gerast partur av lutaíbúðarætlanini í Vágs kommunu.

Á fundinum bjóðaði Dennis Holm, borgarstjóri, vælkomin og greiddi frá bakgrundini fyri ætlanini. Eisini varð greitt frá, hvussu arbeitt hevur verið við fyrireikingum síðani fyrsta kunnandi fundin í mars mánað. -Og nú ætlanin gerst veruleiki er talan um æltan, sum er skipað í samstarvi millum Vágs kommunu, Bústaðir, Betri Banka og Norcon.

Andras Róin, stjóri í Bústaðir, greiddi frá um lutaíbúðarfelagið og um fíggjarliga partin av ætlanini. Í stuttum snýr tann fíggjarligi parturin seg um:

Íbúð á 80 fermetrar (2 kømur)
Innskot: 310.000 kr. (tað ber til at lána pening til innskotið í Betri Banka – 310.000 kr. kosta í løtuni uml. 1.500 kr. um mánaðin eftir rentustuðulin)

Mánaðarliga húsaleigan (sum eisini fevnir um el& hita, viðlíkahald, trygging os.fr.): 5.400 kr.

Íbúð á 90 fermetrar (3 kømur)
Innskot: 350.000 kr. (tað ber til at lána pening til innskotið í Betri Banka – 350.000 kr. kosta í løtuni uml. 1.700 kr. um mánaðin eftir rentustuðul)

Mánaðarliga húsaleigan (sum eisini fevnir um el& hita, viðlíkahald, trygging os.fr.): 6.100 kr.

 

1. byggistig: 6 íbúðir
Fyrst byggistig fevnir um 6 íbúðir í Mýrunum og er byggiloyvið givið til hesa ætlan. Norcon skal byggja og farið verður ígongd í næstum, varð greitt frá fundinum.

 

2. byggustig á Stórheyggi
Á fundinum varð eisini greitt frá, at ætlanin framvegis fevnir um at byggja íbúðir á Stórheyggi, sum er 2. byggistig. Og er áhugi fyri tí, so verður farið ígongd úti á Stórheyggi eftir ársskiftið.

Mynd av íbúðarætlanini í Mýrunum

Last modified: 15. oktober 2020