Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Býráðsmeirilutin í Vági heldur áfram

10. november 2016

Listi E og Javnaðarlistini hava gjørt samstarvsavtalu um at skipa meiriluta í Vágs Býráð valskeiðið 2017 – 2020. Sostatt hava Listi E og Javnaðarlistin gjørt av, at halda áfram við góða samstarvinum komandi fýra árini.

Dennis Holm heldur áfram sum borgarstjóri og Eydis Kjærbo heldur áfram sum varaborgarstjóri.

Nevndarformenninar verða býttir soleiðis, at Listi E hevur formannin í Teknisku Nevnd og Havna- og Vinnunevndini, sum verður ein víðkan av verandi Havnanevnd. Javnaðarlistin fær formannin í Mentanarnevndini, Sosialu nevnd og í nýstovnaðu Ungdómsnevndini, sum hevur til endamáls at uppraðfesta ungdómsarbeiði í Vágs kommunu.

Last modified: 10. november 2016