Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Byggja smáttur í Vági til ferðavinnuna

7. maj 2014

 

Í nógv ár hevur verið tosað um ferðavinnuna, sum eina alternativa inntøkukeldu hjá Føroyum, ikki minst hjá útjaðaranum í landinum. Ein av avbjóðingunum í hesum sambandi er og hevur verið at ov fáir gistingarmøguleikar eru kring landið, og avmarkar hetta møguleikum hjá ferðafólki, bæði føroyingum og útlendingum at ferðast í Føroyum.

Nú verða gjørd stór framstig á hesum økinum í Suðuroynni, tí í Vági verður farið undir at byggja 10 smáttur, sum skulu leigast út í ferðavinnuhøpi umvegis Kunningarstovuna í Vági.

Smátturnar verða bygdar í vakra umhvørvinum í Mýrinum, sum er sera sentralt í Vági. Til gongu eru úr Mýrunum fá fet til gøtuna, sum gongur vestur á Vatnið, 1-2 minuttir á parkina á Sandin, 5-7 minuttir til spæliplássið í Barnagarðinum yviri á Bakka, 5-10 minuttir til handils, 10-15 minuttir til ítróttarøkið á Eiðinum, 20-25 minuttir til nýggja svimjihylin og vælverudepilin inni á Oyrunum.

Í samstarvi millum Vágs kommunu og byggifyritøku er gjørd ætlan fyri økið, sum kommunan keypti í vár. Smátturnar verða allar somu stødd, 42 m2 til støddar. Í smáttunum verður eitt alrúm við stovu og køk, tvey sovirúm, eitt baðirúm, durður, og so hemsur við fýra soviplássum. Eisini er gjørd loysn við smáttum til rørslutarnaði, hesar hava eitt sovirúm og eitt størri baðirúm.

Tað verða upp til 8 sovipláss í hvørjari smáttu og verður talið av songjaplássum til ferðavinnuna í Suðuroynni sostatt økt við upp til 80 plássum við smáttunum í Mýrunum í Vági.

Tað verða privat, sum koma at eiga smátturnar. Og í kvøld verður almennur fundur í Vági, har fólk og fyritøkur við áhuga fyri at keypa sær smáttur kunnu fáa meiri at vita. Á fundinum fáa áhugaði eisini tilfar um smátturnar.

Fundurin verður í Stóra Pakkhúsi kl. 18.30 í kvøld, ónskvøldið 7. mai 2014, og øll áhugaði eru hjartaliga vælkomin.

 

Last modified: 5. marts 2020