Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Byggja marg-høll í Vági

30. maj 2016

Fótbóltshøll innan

Á almennum fundi í Vágs Skúla í kvøld, varð kunnað um marg-høllina (multi-høll), sum verður bygd í Vági í næstum.

Talan er um marghøll við ½ fótbóltsvølli, hondbóltsvølli við møguleika fyri hondbólti, kurvabólti, flogbólti, badminton tennis o.s.fr.

Harumframt verða eisini umstøður til frælsan ítrótt í marg-høllini. Rennibreyt við 3 geilum verður kring fótbóltsvøllin (uml. 200 m), og uppmált verður til 60 m. sprint og forðarenning. Eisini verða umstøður til longdarlop og 3-lop, og til hæddarlop. Í marg høllini verður eisini klatriveggur.

Umframt ítrótt, verður í høllini eisini ein bygningur við skiftirúmum, wc’um, durði, teknirúmi, skrivstovu og goymslurúmi. Uppi á bygninginum verður stór balikon.

 

Um marg-høllina

Høllin er 95 m. long og 50 m. breið. Á lægsta punkti er høllin umleið 6 m. høg og á hægsta punkti umleið 15 m. høg. Høllin er ein stálkonstuktión, sum verður sett omaná eitt beton-fundament. Høllin verður klædd við einum membrani, sum er gjøgnumskygdur og hevur sjálvvirkandi ventilatón. Høllin verður bygd til at tola 65 m/s.

Fleiri enn 1.00 hallir av hesum slagnum eru kring heimin og til alskyns endamál, ikki bert til ítrótt. Í grannalondum okkara eru fótbóltshallir av hesum slagnum vanligar.

Marg-høllin í Vági verður mett at kosta umleið 20 mió. kr.

Marg-høllin verður bygd inni á Oyrunum í Vági, innanfyri Páls Høll. Og erætlanin at fara undir byggingina eftir summarfrítíðina. Marg-høllin í Vági skal sambært ætlanini takast í nýtslu komandi summar.

 

Last modified: 30. maj 2016