Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Býarskipanarnevndin góðkent ætlanina um nýggjar vegatkomur

22. december 2020

Í mai mánað varð samtykt at broyta byggisamtyktina fyri Vágs kommunu millum annað við ásetingum um at gera vegatkomur til bústaðarøkir í kommununi, sum í dag ikki hava vegatkomu.

Talan er um økir, har fólk fyri 30-50 árum síðani vórðu biðin um at byggja, við lyfti um at vegur fór at koma í næstum, men av ymiskum orsøkum kom vegur ongantíð til hesi økið.

Við broyttu byggisamtyktini eru vegatkomurnar settar á skrá og hevur Býarskipanarnevndin nú eisini góðkent hesa ætlan, soleiðis at tey nýggju vegastrekkini

  • Vegurin vestur í Høgabø
  • Vegurin vestur í Brekkubø
  • Vegurin út frá Toftabrekku

nú eru partur av byggisamtyktini hjá Vágs kommunu.

Í summar og í heyst er gongd sett á at gera hesi vegastrekkir og eru fyrsti partarnir av vegastrekkjunum gjørdur í heyst.

Játtan er eisini sett av á fíggjarætlanini hjá Vágs kommunu fyri 2021, soleiðis at arbeiðið kann halda áfram eftir ársskiftið.

Millum annað er játtan sett av til at keypa lendi til vegin út frá Toftabrekku, til vegin í Høgabø, og til at gera framhalda av vegnum vestur í Brekkubø, soleiðis at hann kemur vestur til økið, har ætlanin er at fara undir at byggja 12-16 búeindir komandi ár.

Last modified: 22. december 2020