Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Broytingar í innsavningini á jólum

21. december 2019

Um høgtíðina eru nógvar broytingar í innsavningini av húsarhaldsposum hjá IRF.

Niðanfyri er yvirlit yvir, nær húsarhaldsposarnir verður heintaður um jólini og um ársskiftið.

Vit vilja gera vart við, at onkur smávegis frávik kunnu verða frá yvirlitinum, alt eftir veðurlíkindum og tílíkum.

Vit vilja í hesum sambandi eisini minna fólk á at ansa eftir, at posin ikki gerst ov fullur ella ov tungur. Posin hevur eina prentaða striku í erva, sum vísir, hvussu nógv burturkast í mesta lagi má latast í posan. Er posin ov fullur, verður hann ikki tikin.

Suðuroyggin

Mánadagin 23. des: Sandvík, Hvalba, Nes, Froðba, Tvøroyri, Trongisvágur, Øravíkarlíð, Øravík, Fámjin, Hov, Porkeri.

Fríggjadagin 27. des:Vágur, Lopra, Akrar, Leiti, Sumba.

Mánadagin, 30. des: Sandvík, Hvalba, Nes, Froðba, Tvøroyri, Trongisvágur, Øravíkarlíð, Øravík, Fámjin, Hov, Porkeri.

Hósdagin, 2. jan: Vágur, Lopra, Akrar, Leiti, Sumba.

Last modified: 21. december 2019