Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Broyting í innsavningini hjá IRF

9. januar 2020

Veðrið hevur darvað innsavningini hjá IRF í Suðuroynni hesa vikuna og av somu orsøk verða eisini nakrir broytingar.

Hvítu posarnir, sum eftir ætlan skuldu heintast tórsdagin 9. januar, verða heintaðir tórsdagin, 16. januar, í staðin (Talan er um hvítu posarnar í norðaru helvt av Suðuroynni).

Ætlanin er at heinta størsta partin av teimum gráu posunum í dag, tórsdagin 9. januar, og restina fríggjadagin, 10. januar.

 

Last modified: 9. januar 2020