Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Broyting av byggisamtyktini fyri Vágs Kommunu

26. maj 2020

Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 seinast broytt við løgtingslóg nr. 13 frá 18. mars 2013, verður við hesum boðað frá, at Vágs býráð á fundi 25. mai 2020 hevur samtykt at broyta byggisamtyktina fyri Vágs kommunu galdandi fyri økini niðanfyri.

Uppskotið um broyting av byggisamtyktin liggur til hoyringar her á heimasíðuni hjá Vágs kommunu – og á kommunuskrivstovuni í upplatingartíðunum. (Mánadag – tórsdag kl. 09.00 – 16.00, fríggjadag kl. 09.00 – 15.00) – til og við týsdagin 16. Juni 2020.

Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu verða býráðnum í hendi í seinasta lagi 7. Juli 2020.

Broytingarnar fevna um:

  • Broytingar í ásetingunum fyri frílendi, landbúnaðarøki, friðaði øki og ítróttaøki
  • Broyting í ásetingunum fyri neystaøki
  • Broyting í ásetinunum fyri økispartarnar, byggistig og nettonýtslustig
  • Broyting frá frílendi til bústaðarøkið B
  • Broyting av byggisamtykt í samband við vegføring frá Toftabrekku og úteftir, í Høgabø, og í Brekkubø

Tilfarið sum er lagt til hoyringar kann takast niður her

Last modified: 26. maj 2020