Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Brekkugerðar Vatnfelag: Kókið drekkivatnið!

29. maj 2019

Vágs kommuna yvirtók á býráðsfundinum mánakvøldið 27. mai 2019 endaligt Brekkugerðar Vatnfelag. Vatnroyndir eru tiknar av vatni frá brunninum hjá gamla Brekkugerðar Vatnfelag og staðfest er, at bakteriur eru í drekkivatninum og verða brúkarar, sum fáa vatn frá Brekkugerðar Vatnfelag, tí bidnir um at kóka vatnið til lýst verður aftur.

Í samband við yvirtøkuna av Brekkugerðar Vatnfelag er kommunan farin undir at skipa varandi loysn fyri Brekkugerðar Vatnfelag.

Í fyrsta umfari verður rávatnsgoymslan broytt, soleiðis at rávatn kemur úr Miðvatni. Arbeiði við at fáa varandi loysn við reinsiverki við brunnin hjá Brekkugerðar Vatnfelag er eisini farin ígongd, men fer at taka tíð at gjøgnumføra. Kunnað verður nærri um hetta seinni.

 

Last modified: 29. maj 2019