Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Brandstøðin fingið tiltrongda dagføring!

8. september 2019

Í nógv ár hevur Brandstøðin vesturi á Eiðinum ikki sæð so gott út. Veðurumstøðurnar vesturi á Eiðinum gera at bygningar í økinum eru rættiliga útsettir, soleiðis eisini við Brandstøðini.

Seinasta mánaðin hava dugnaligu starvsfólkini í húsavarðatoyminum á teknisku deild hjá Vágs kommunu arbeitt við dagføring av Brandstøðini. Og nú komið er á mál, kann staðfestast at talan er um sera væl úr hondum greitt arbeiðið. 

 

Last modified: 8. september 2019