Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Brævatkvøður til kommunuvalið í Vágs kommunu

27. oktober 2020

Til ber at greiða brævatkvøðu til kommunuvalið í Vágs kommunu á kommunuskrivstovuni í Vági fram til og við mánadagin 9. november 2020.

Fyri at geva borgarum í kommununi, sum arbeiða ella ganga í skúla norðanfjørðs møguleika at brævatkvøða, er kommunuskrivstovan opin longri hesar dagar:

Fríggjadagin 30. oktober til kl. 16

Fríggjadagin 6. november til kl. 16

Leygardagin 7. november frá kl. 14 til kl. 16.

 

Eisini ber til at gera avtala um brævatkvøðu við at ringja til býráðsskrivarin á telefon 733008.

 

Last modified: 27. oktober 2020