Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Brævatkvøður til kommunuvalið 2020

18. august 2020

Týsdagin 10. november 2020 er kommunuval í Føroyum.

Nú korona-støðan førir við sær, at tað kunnu uppstanda støður, har t.d. sjófólk og onnur ikki sleppa heimaftur sum ætlað, ella ikki vita, nær tey sleppa heimaftur, tá tey fara út í heim í arbeiðsørindum, ber tað longu nú til at brævatkvøða í samband við kommunuvalið í Vágs kommunu 10. november 2020.

Brævatkvøðast kann á kommunuskrivstovuni í Vági, sum er opin soleiðis:

Mánadag til tórsdag kl. 9 til kl. 16.
Fríggjadag kl. 9. til kl. 15.

 

Last modified: 18. august 2020