Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Borgarstjórin gifti fólk á Eiðinum

25. juli 2019

 

Summarið er eisini árstíðin har fleiri pør velja at ganga saman í hjúnarlag og fellir tað eisini borgarstjórum kring landið í lut at gifta pør. Soleiðis eisini í Vági, har borgarstjórin í dag á Eiðinum gifti par, sum vitjaði í Føroyum úr Køge í Danmark.

Hetta er ein av annarleiðis og spennandi uppgávunum sum borgarstjóri, sum eisini hevur ein hátíðarligan dám, sigur Dennis Holm, borgarstjóri, í samband við vígsluna í dag. -Og farið eg enn eina ferð at ynskja brúðarparinum hjartaliga tillukku og blíðan byr í framtíðini, segði Dennis Holm borgastjóri.

Last modified: 11. august 2019