Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Borgarstjórin flutti fram røðu til Róland Toftum

14. august 2019

Týsdagin 13. august varð í Páls Høll skipað fyri móttøku av Róland Toftum í samband við hansara framúr avrik á Oyggjaleikunum á Gibraltar.

Dennis Holm, borgarstjóri flutti fram røðu í samband við móttøkuna fyri Róland Toftum

Gott kvøld øll somul – og hjartaliga vælafturkomin tykur svimjarar hjá Susvim, sum hava verið á venjingarlegu í Portugal.
Ikki minst hjartaliga vælafturkomin Róland og hjartaliga tillukku við fantastiska úrslitinum við Oyggjaleikir á Gibraltar.

Okur hava øll onkursvegna brúk fyri succes – brúk fyri at eydnast, fyri at verða vinnarar av einhvørjum slag. Tað er rættiliga ymiskt hvat succes merkir fyri okkum sum einstaklingar. Fyri nøkur er tað smá mál í gerandisdegnum, sum eru avgerandi, meðan tað fyri onnur eru størri mál – mál um at røkka stjørnunum.

Ítróttaliga hevur tað so ómetaliga stóran týdning at hava succes, at røkka málum og vinna heiður – ikki bara sum einstaklingur, men eisini sum lið, sum felag, sum bygd ella býur, sum oyggj og land.

Tað er við ítróttini, at okur í felag gleðast um sigrar – eins og okur saman eru kedd, tá tað gongur minni gott.

Fyri okkara lokalsamfelag er ítrótturin ein týðandi partur av okkara samleika, partur av ímyndini av hvør okur eru. Úr rúgvuni kann nevnast, at okur í fjør í felag gleddust um bronsuna hjá VB-kvinnunum, heppaðu á okkara ungdómsleikarar til landsdystir í fótbólti, heiðraðu FM-vinnarum í kappróðri, harmaðust um at felagsliðið í fótbólti fór í tvíningar

Í ár hava okur í sterkum felagsskapi við stóltleika millum annað fylt Royndini Fríðu á FM-kós – og ikki minst hevur tað verið heilt heilt fantastiskt at fylgja tær Róland til Oyggjaleikirnar á Gibraltar.

Okur, sum hava verið rundanum teg her á leiðini í Páls Høll, kenna tína søgu, kenna tína støðu – og ikki minst kenna tann heilt ótrúliga viljan hjá tær til ár um ár at røkka hægri hæddum.

Oyggjaleika-sigrarnir á Gibraltar í 50 og 100 m. bringu og bronsan í 50 m firvaldi prógva, at stríðsviljin, dirvið og áræðið at stríðast móti tindunum er púrasta inntakt.

Tvey nýggj føroysk met – tað eina tikið frá okkara egna Pál Joensen – vísa eisini, at tú er í einum serflokki.

Hvat hendir nú tá Pál er farin til Danmarkar – spurdu tey – tá Páls Høll varð liðug og lat upp. Eg meini, at tað var Jón Bjarnason, sum róliga svaraði, at har eru fleiri stjørnur á veg. Og Róland tú er so heilt sikkurt ein av teimum.

Á sama hátt, sum øll hava tørv á succes, so hava okur eisini tørv á fyrimyndum.

Í fleiri ár høvdu okur Pál sum svimjandi fyrimynd – nú hava okkara ungi svimjarar, okkara ítróttarfólk fingið nýggja fyrimynd í tær Róland – og ikki minst hevur Vág fingið enn eina ítróttarhetju, sum okur eru so ómetaliga stólt av.

Eg fari at ynskja tær bestu eydnu í framtíðini.

Eg fari eisini at nýta høvið at ynskja tær tillukku við nýggja starvinum. Okur eru ómetaliga glað fyri, at tú fyrsta dagin byrjar í starvi her í Páls Høll sum lívbjargari – hjartaliga tillukku við tí.

Og enn einaferð hjartaliga tillukku við Oyggjaleika gullunum og bronsuni og nýggju føroysku metunum.

Takk fyri.

Last modified: 14. august 2019