Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Borgarstjórin bar heilsu til VB á 110 ára degnum.

8. juni 2015

VB-logo

Góði VB’arar, góðu formaður og nevnd í Vágs Bóltfelag, góðu fjepparar og viðhaldsfólk – og ikki minst kæru gestir úr Sandgerði og Reynum

Dagurin í gjár (fríggjadagin 5. juni 2015) var ein søguligur dagur í Vági, tá okkara elsta ítróttarfelag gjørdist 110 ár. Tað er eisini við stoltleika og stórari virðing, at eg ynski Vágs Bóltfelag tillukku við 110 ára degnum.

Tað er stórt at hugsa sær, at okur her á staðnum í 110 ár hava megnað at hildið livandi lív í Vágs Bóltfelag. Hava megnað at hildið lív í felagnum við at kalla sama innihaldi og anda, sum teir 19-20 stovnararnir festu á blað í klubbanum í Vági tann 5. juni 1905.

Í klubbanum hendan dagin gjørdu teir av at stovna Vaag Sportsforening. Seinni fekk felagið navnið Vaag Boldklub og í 1925 navnið Vágs Bóltfelag.

Fyrstu árini var tað kanska serliga fótbóltur, sum var innihaldið í felagnum, men innan stutta tíð fór VB eisini at fevna um hondbólt, og nakað seinni aftur eisini um flogbólt – og tey seinni árini hevur felagið serliga verið kent fyri hondbóltin, eftir at fótbólturin er skipaður í FC Suðuroy.

VB hevur verið ein felagsskapur, sum frá byrjanini hevur verið drívmegin fyri áhaldandi menning av ítróttini í Vági. Byrjað varð við fótbólti á Sandinum, men seinni varð flutt vestur á Eiðið, her nýggjur fótbóltsvøllur og eisini hondbóltsvøllur varð gjørdur.

Í 1970unum varð VB-húsið bygt, síðani Vágs Høll. Grúsvøllurin varð í 1980unum skiftur við graslíki. Og seinastu árini eru eisini miðvísar dagføringar gjørdar inni í høllini og í kringumstøðunum hjá felagnum og spælarunum, soleiðis at okur her vesturi á Eiðinum í dag hava eitt sera gott umhvørvið til ítróttarfólk, viðhaldsfólk og áskoðarar.

Men eitt eru fysisku karmarnir.

Ítróttar- og felagsskapsandan hava tey nógvu fólkini, sum hava fylt VB á leiðini hesi 110 árini, lagt væl og virðiliga í felagið.

Og eitt ítróttarfelag er jú so nógv meiri enn ein vunnin hondbólts- ella fótbóltsdystur. Eitt ítróttarfelag fevnir bæði um fáa í lag kapping millum lið og millum liðfelagar. Fevnir um at fáa skipa felagsskapskensluna, at fáa øll at kenna seg heima á liðnum og í felagnum – og fáa lagt ein felags moral og hugburð í venjarar og leikarar.

Eitt ítróttarfelag er jú ikki livandi uttan viðhaldsfólk og fjepparar, sum kunnu gleðast um vunnan dyst og verða kedd um tap. Ikki minst so setur eitt ítróttarfelag stór krøv til evnini at fyriskipa og halda skil, tí bóltarnir í luftini eru nógvir, bæði inni á vøllinum, við síðulinjuna, og ikki minst eisini í løtunum, tá hvørki venjing ella dystir eru á skránni.

Og tykur sum nú hava stafettina í leiðsluni í VB hava gjørt eitt megnararbeiði at skipa fyri framhaldandi ítróttaligum framburði og menning av felagnum. Okur sum áskoðarar, leikarar, foreldur og fjepparar hava so nógv at takka tykkum fyri.

Kunnu takka tykkum fyri góð minnir á vøllinum, fyri góð venjingar- og ítróttartilboð til okkara børn. Kunnu takka tykkum fyri ríkar løtur og gleðistár á áskoðaraplássunum. Ikki minst kunnu okur takka tykkum fyri, at tykur eru við til at mynda okkara samleika sum vágbingar, sum VB’arar.

 

Við hesum fáum orðum fari eg enn einaferð at ynskja Vágs Bóltfelag hjartaliga tillukku við føðingardegnum – og fari eg at heita á formannin um at koma upp higar, so eg vegna Vágs kommuna kann geva felagnum eina føðingardagsgávu.

 

At enda fari eg at heita á øllum um at reisa seg og rópa eitt trýfalt hurra fyri VB. VB leingi livi !

 

Dennis Holm, borgarstjóri

Last modified: 8. juni 2015