Vágs kommuna keypti í fjør ein træspónara / flismaskinu. Træspónarin verður nógv brúktur og nøktar tørvin á træspónum, sum kommunan brúkar á grønu økjunum.
Seinastu dagarnir hava starvsfólk hjá kommununi spóna trø og runnar, sum eru savnaðir saman við Tormansá (har greinar og runnar skulu leggjast). Træspónir eru í posum og eru borgarar í Vágs kommunu vælkomnir at fáa sær træspónir.
Áhugaði kunnu venda sær til Jón Vilhelm á tlf. 213409.
Last modified: 23. juli 2019