Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Billiardhúsið – Frítíðarhúsið fyri børn og ung í Vágs Kommunu letur upp leygardagin

12. februar 2015

Billardhúsið-2015

Billiardhúsið – Frítíðarhúsið fyri børn og ung í Vágs Kommunu letur upp leygardagin 14. februar kl. 15!

Seinasta árið hevur stórt virksemi verið í Billiardhúsinum í Vági, har tey ungu hava málað, ruddað og gjørt klárt, so at húsið kundi blíva eitt gott ungdómshús.

Tey hava verið sera áhugað, og hava tey fingið vegleiding og stóra hjálp frá ungu listarfólkunum Jón Sonni Jensen og Solveig Hansen, ið hava prýtt onnur ungdómshús og bygningar í Føroyum seinastu árini.

Ætlanin fyri Billiardhúsið eru at geva eldri børnunum og teimum ungu í Vágs Kommunu eitt so gott og fjølbroytt frítíðartilboð sum gjørligt.

Opið verður 3 dagar um vikuna, har børn frá 3. flokki og til og við 7. flokk eru seinnapartar og tey ungu frá 7. flokki og til og við 17 ár eru um kvøldið.

Alice Simonsen er sett í starv sum leiðari fyri Billiardhúsid. Hon er útbúgvin námsfrøðingur og hevur drúgvar royndir innan arbeiði við tannáringum, har hon m.a. hevur verið leiðari í Margarinfabrikkini í Havn. Umframt Alice, er Rakul Sumberg Dahl sett sum hjálparfólk í Billardhúsinum.

Hátíðarhaldið verður komandi leygardag 14. februar kl. 15, har tey ungu seta sín dám á, við tónleikaframførslu og hugna.

Sirið Stenberg, forkvinna í mentanarnevndini hjá Vágs Kommunu og Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, koma at flyta fram røður.

Alice Simonsen, leiðari, kemur at greiða frá ætlanum og vónum fyri Billiardhúsið í framtíðini.

Higartil hevur áhugin fyri Billiardhúsinum verið stórur, hóast tey ungu ikki hava havt ungdómshús fyrr, og tað vísir klárt ein tørv og eitt stórt ynski frá bæði foreldrum og teirra børnum og ungu, um at fáa eitt skipað frítíðartilboð, vid fjølbroyttum tiltøkum og mennandi innihaldi, ið er opið fyri teimum, ið hava hug og tíð.

Billiardhúsið byrjar sítt dagliga virksemi týsdagin 17. februar.

Last modified: 18. februar 2015