Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Barnaverndarstovan: Umlættingarforeldur í Suðuroy

20. maj 2021

Barnaverndarstovan leitar eftir umlættingarforeldrum í Suðuroy.
Talan er um at vera umlættingarforeldur hjá børnum í nakrar dagar í senn, til dømis annað- ella triðjahvørt vikuskifti.
Umlættingarfamiljan skal geva barninum støðugar og tryggar karmar umframt at stuðla menningini hjá barninum. Leikluturin er ofta sum ommur, abbar ella onnur familja.
Set teg í samband við Oddbjørg Balle, leiðara á Barnaverndarstovuni, á ob@bvs.fo ella á 225696. Fleiri upplýsingar um okkum eru at finna á bvs.fo.

Last modified: 20. maj 2021