Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Avloysari til Kunningarstovuna í Vági

30. oktober 2013

Kommunuskrivstovan

Søkt verður eftir barnsburðaravloysara fyri starvsfólk á Kunningarstovuni í Vági. Tørvur er á avloysara at byrja í desember 2013, starvið er niðursettari tíð.

Dagliga virksemi hjá kunnigarstovuni fevnir m.a. um at samskifta við útlendingar, sum koma til Føroyar og føroyingar, sum ferðast í egnum landi. Umframt tað, at veita tænastu til ferðavinnuveitarar í Suðuroy. Og annars virka fyri, at Suðuroyggin gerst so áhugaverd sum møguligt hjá ferðavinnuveitarum, íbúgvunum og teimum vitjandi.

Á sumri 2014 er ætlanin at Kunningarstovan saman við bókasavninum flytur í nýggj hølir, og verður tú sum starvsfólk við til at leggja hetta til rættis.

Vit vænta av tær:
• at tú hevur góðan málkunnleika, at tú ert før/ur fyri at samskifta munnligt og skrivligt á skandinaviskum og enskum.

• at umsøkjarin hevur góðan teldukunnleika, tí umframt nógv av tí dagliga samskiftinum fer fram um teldu, so kemur umsøkjarin at arbeiða við fleiri heimasíðuskipanum.

• At umsøkjarin er flexibul, tí umsøkjarin kann vænta at koma at ferðast ofta í Føroyum og møguliga onkra messu/workshop uttanlanda.

 

Starvið er lønt í lønarflokki 3 samsvarandi sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

 

Meira fæst at vita við at seta seg í samband við Heidi Kilgour á tlf. 733000 ella 733090

Freistin at søkja starvið er 15. november 2013 kl. 12.00

 

Umsóknin skal sendast til :

Vágs kommunu
Vágsvegur 30
Postboks 29
FO-900 Vágur
Viðm. Kunningarstovan

 

Last modified: 30. oktober 2013