Søkt verður eftir barnsburðaravloysara fyri starvsfólk á Fjarlestrardeplinum í Vági. Tørvur er á avloysara at byrja skjótast tilber, starvið er niðursetta tíð.
Dagliga virksemi hjá Fjarlestrardeplinum fevnir m.a. um:
– Samskifta/hjálp til lestrar søkjandi.
– Samband við lestrarstøð.
– Fyrireika skeiðsvirksemið ol.
– Fyriskipa og tilrættaleggja lektiu-kafe.
Vit vænta at umsøkjarin:
• Hevur góðan málkunnleika, og ert før/ur fyri at samskifta munnligt og skrivligt.
• Dugur at samstarv, er tolin og fyrikomandi.
• Hevur góðan teldukunnleika.
• Kann arbeiða skiftandi tíðir.
Starvið er lønt í lønarflokki 3 samsvarandi sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Meira fæst at vita við at seta seg í samband við Dennis Holm á tlf. 733000 ella 733004
Freistin at søkja starvið er 15. november 2013 kl. 12.00
Umsóknin skal sendast til :
Vágs kommunu
Vágsvegur 30
Postboks 29
FO-900 Vágur
Viðm. Fjarlestrardepilin
Last modified: 30. oktober 2013