Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Avloysarastarv sum leiðari á Teknisku Deild hjá Vágs kommunu leyst at søkja

12. august 2015

Vágsfjørður 09-2013

Vágs kommuna søkir eftir avloysara sum leiðara á Teknisku deild at byrja skjótast tilber.

 
Leiðarin hevur dagligu leiðsluna av Teknisku deild hjá Vágs kommunu og verður skrivari hjá Teknisku nevnd og hjá Havna nevndini.
 
Arbeiðsuppgávurnar verða m.a. hesar
  • tilrættalegging og stýring av kommunalum uppgávum
  • býar og byggiplanlegging
  • málsviðgerð, ráðlegging og ráðgeving
  • projektering og eftirlitsarbeiði
  • uppmáting, kortlegging og skráseting
 
 
Kommunan ynskir, at tú
  • hevur viðkomandi útbúgving á økinum so sum verkfrøðingur, tekniskur teknari, maskinmeistari e.t.
  • hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt
  • hevur góðan telduførleika og dugir at brúka skrivi- og tekniforrit
  • hevur góð samskiftisevnir, bæði muntliga og skrivliga
  • hevur góð samstarvs- og tillagingarevni og dugir væl við viðskiftafólki
 
 
Lønar- og setanarviðurskifti
  • Starvið er fulltíðarstarv og hevur tilvísing til borgarstjóran
  • Starvið verður sett sambært sáttmála millum KAF og avvarðandi yrkisfelag
 
Starvið er eitt avloysarastarv við møguleika fyri at broytast til eitt fast starv.
 
Vágs Kommuna skilar sær rætt til at velja millum umsóknirnar ella onga at taka.
 
Umsóknir saman við prógvum og upplýsingum um lívsroyndir verða í seinasta lagi tann 26. august 2015 kl. 12.00 at senda til:
 
Vágs kommunu
Vágsvegur 30
900 Vágur
Teldupostur: vagur@vagur.fo
 
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Dennis Holm, borgarstjóra á tlf. 239304, ella til Tórður Poulsen, formann í Teknisku nevnd á tlf. 212747.
 
 
Vágs kommuna
 

Last modified: 12. august 2015