Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Ásgerð Stenberg flutti fram røðu til jóansøkubálið

26. juni 2017

Ásgerð Stenberg flutti fram røðu til jóansøkubálið á Sandinum longsta dag, 21. juni 2017.

 

GOTT KVØLD OG VÆLKOMIN.

Takk fyri álitið at siga nøkur orð her á Sandinum til jóansøkubálið á ársins longsta degi, og eisini fyri møguleikan at vera saman um longsta dag.

 

Hetta er besta summartíð.

Seinastu dagarnar hevur náttúran víst seg frá síni bestu síðu. Hon bjóðar vælkomin.

Bygdin, fólkið og landið alt gera seg tilreiðar til summari og útisetar vitja aftur. Og nýklaktu pisurnar boða frá vónríkum tíðum.

 

”Gev teimum tú elskar veingir at flúgva, røtur at koma aftur til og orsøk at vera verand” Orðini eigur Dalai Lama og tey eru hóskandi nú ungdómurin stendur búgvin til lívsins avbjóðingar. Mín vón er, at eisini tit eiga eina framtíð her, og at alt verður gjørt fyri at skapa tykkum teir møguleikar. Tí tit eru eisini okkara framtíð. Vónandi hava tit fingið so gott í beini, at tit framhaldandi fara at kenna tykkum at hoyra til her.

 

Nú vit eru á Sandinum rennur mær til hugs fyrstu minnini eg havi um Sandin . Tað er frá einaferð mitt í 1950 árunum.

Vit høvdu kúgv á Sandinum, og var eg ofta við tá ið kúgvin skuldi flytast.
Tá ið vit skuldu hoyggja var tað framvið Sandinum, antin vestur í Mýrarnar ella  ínn í Langadalar.
Tað var langur vegur inn í Langadalar og ikki tímdi eg altíð líka gott.
Conni og eg blivu sendar heim eftir drekka, omman var altíð heima víð hús og gjørdi mat tá.

Men so ein dagin fingu vit eitt gott hugskot. Taxa støð var á Kiksli, og eg haldi, at hon var í kjallaranum hjá Andreasi. John við Kiksli koyrdi taxa tá, og sóðu vit bilin við Sandin settu vit okkum bara inn í bilin og bóðu hann koyra okkum í Langadalar. Sóðu vit ikki bilin, so fóru vit inn á Konditaríið at biðja tey ringja eftir bili.

Hettar stóð uppá eitt heilt summar og vit hildu væl stóð til.

Men so um heysti fekk Ásbjørn rokning fyri koyring, og hann var ikki blíður.
Sjálvandi hildu vit tað, at bilurin koyrti allíkavæl, so kundi hann tað sama koyra okkum.

Vit vóru ikki vanar við bilar annað enn ein túr uppi í lastini hjá Dorius og ein túr við trumlini hjá Kristoffur, ja nógv er broytt.

 

Sandurin er eisini broyttur. Hann er nú ein park, gjørd av frívilligum. Hann er onkursvegna ímyndin av at Vágur er í broytingartíð. Vit síggja nógv av tí gamla fáa nýggjan tydning og at støð fáa nýtt lív. Sandurin er park. Stóra Pakkhús er m.a skúli. Framtíðin er musikskúli. Posthúsið er blivið til miðlatún o.s.fr. Hetta er sera jaligt. Alternativið er at tað stóð tómt. Men hugsjónarfólki tróta ikki hugskot, og tað skulu vit fegnast um. Tað er ikki tann sterkasti sum yvirlivir, sum vit ofta taka til. Hinvegi er tað tann, sum megnar at tillaga seg broyttar umstøður, sum verður lív lagað. Og tað megna vit í Vági so avbera væl.

 

Ikki tí. Sjálv havi eg ikki altíð havt so lætt við at umstilla meg nýggjar tíðir. Eitt dømi um hetta er gamla nátthúsið á Oyrabø. Vit hildu tað verða so sera flott. Tað var ein bonkur við tveimum lokum, so har kundu tvey vera í senn tí tað var dupult. Serliga Lena og eg elskaðu at fara í senn. So sótu vit báðar har og prátaðu. Eg haldi at sjálvt aftaná, at wc var komið brúktu vit nátthúsið. Seinni brúktu vit tað sum spælihús, spældu handil og grill-barr. Sum tað var stuttligt. Kanska tað er har fyrsti spírin til Skýlið er lagdur. Fantasktist at vera barn á Oyrabø. Alt sum eitt hús. Felags hjall og nógv annað til felags.

 

Sum børn spældu vit úti alt summarið.
Nógv børn vóru á garðinum. Bara í 3 húsum vóru umleið 30 børn, so tú hevði altíð onkran at spæla við.

Nógv ymisk spøl vóru, langbólt, rundbólt, skipanøvn, heysa flagg, hen i over, lofta, fýrapence og nógv annað.

Jóannes hjá Marnu lærdi meg at lofta. Jóannes var lámur so tá íð eg skuldi lofta 50 gjørdi eg altíð við lámi. Soleiðis læra vit av hvør øðrum. Vit gingu annars í Dagsglæmu og sunnudagsskúla. Vit broderaðu hjá Ellu hjá Dion og seinni hjá Magnu. Nógv er broytt, nú eru flestu  børn í barnagarði og dagrøkt stóran part av degnum, men serliga hesa ársins tíð síggja vit tey tíbetur eisini splæa nógv úti. Men framvegis liva nøkur av frítíðarítrivunum, tí fólk hava viljað tikið sær av tí. Annars spældu vit nógv á Garðabrúgv. Vit fóru sjálvdan vestureftir ella út um Skálá. Heimurin var Oyrabø og nærhendis.

Forbí Sandin skuldi man eisini, tá ið man skuldi vestur á vatnið at læra at svimja hjá Næs við stongini, runt um baðibrúnna, og skifta í baðihúsinum. Vit kendu ikki til nakað annað, hildu at tað var fínt.
Nú eru umstøðurnar til svimjing so einastandandi góðar, nú stásiliga pálshøll er komin, og vesturi á Eiðinum eru eisini góðar umstøður til ítrótt. Okkara
mentanarlív er eisini sera ríkt, tað er eisini tí vit standa her í kvøld. Vit eru við at skapa nýggjar traditiónir, nú vit hava tikið hendan táttin upp við jóansøkubáli á Sandinum. Og okkum tørvar traditiónir , felagsskap og føst akkerspunkt í tilveruni. Tað gevur tryggleika og er við til at geva okkum ein bygdasamleika at vera stolt av.  

Og eg eri stolt av at vera vágbingur. Eri glað um, at mín heimbygd rúmar einum ríkum felags- og mentanarlívið. Her er nógv at fara til. Og her er fantastiskt at vaksa upp. Vit hava alskynd feløg, ymiskar samkomur, mong mentanartilboð, fjøltáttaði ítróttartilboð, skótar, tónleik, skúlar o.s.fr. Og nú er cafelívið eisini komið til vágs. Vit eru deiliga bygdaslig samstundis, samstundis sum vit eru partur av alheimsgerðini. Sjálvsagt kunnu vit hvør sær hava ymiskt at stríðast við, men hugsa vit um støðuna í heiminum í dag har terror og náttúruvanlukkur herja so at siga dagliga, ja so hava vit tað ómetaliga gott og trygt.  

 

”Í sikum løtum ongin ivast kann um samleikan – og hvar í rótin rann” soleiðis yrkir NePtuN. Og soleiðis er. Staðið , felagsskapurin og fólkið er við til at skapa samleikan. Fyri meg er Vágur verðsins nalvi, men eg veit eisini, at eg sjálv, eins og øll onnur havi bæði skyldu og ábyrgd at løna bygdini aftur fyri alt tað góða og trygga eg havi fingið. Taka vit øll okkara part av tí ábyrgdini, so kann tað bara gangast okkum væl. Tí onki kemur av sær sjálvum, men krevur at vit øll gera okkara fyri trivnaðin og felagsskapin á staðnum. Vit mugu lyfta í felag og soleiðis styrkja lokalu samanhangsmegina. Soleiðis ganga vit í felags front framtíðini á møti.

 

Í bíbilskari merking er jóansøkan føðingardagurin hjá Johannes Doyparinum. Fleiri staðni verður dagurin hildin fyri at markera, at júst áleið henda dag skiftir tíðin soleiðis, at tað longu nú gongur móti myrkari tíðum. Jóansøkan er sostatt ein vakan yvir ljósinum og jóansøkubálini signalera hetta, og komu fra fyrstani tíð fyri at halda yvirnáttúrligum kreftum úr myrkrinum burtur.

 

Vóandi megna vit at liva soleiðis, at vit njóta ljósu dagarnar, heldur enn at síggja longsta dag, sum at tað longu nú gongur móti myrkari tíðum. Ljós og myrkur eru nátturukreftir vit ikki sleppa undan, hvørki í náttúruni, ei heldur í okkara gerandislívið sum menniskju.

 

Tað er ein gáva at duga at síggja tað positiva í lívinum. Græsið er ikki altíð grønari hinumegin. Tað er grønt har vit vanda tað. Gávan liggur í at vera góður við tað vit hava.

 

Við orðinum hjá NePtuN fari eg at takka fyri meg og ynskja øllum gott summar

”lat eygu upp og gev tí vakra ans- ei allir gripir finnast uttanlands”

 

Takk fyri.

 

 

Last modified: 26. juni 2017