Arbeiði at asfaltera vestara part av Geilini er ígongd og fer hetta at tarna atkomini til økið komandi dagarnar.
Nú vegurin verður asfalteraður, er vegurin í vestara parti av Geilini gjørdur av nýggjum – breiðkaður, rættaður upp, og asfalteraður – og er eitt arbeiðið, sum býráðið hevur raðfest seinastu árini nú komið á mál.
Asfaltsarbeiðið verður gjørt í samstarvi við EM-Asfalt.
Last modified: 30. august 2017