Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Arctica á Vág at umskipa veiðu

22. juli 2020

Fyrrapartin í dag kom russiska skipið Arctica á Vág samstundis sum frysti-farmaskipið Silver Copenhagen kom á Vág.

Skipini bæði hava lagt at á sunnara landi, við oljukeiina, har veiða skal umskipast frá Arctica umborð á Silver Copenhagen.

Fyri nøkrum árum síðani var vanligt, at russiskir trolarir komu á Vág at umskipa veiðu og lógu teir tá bæði á sunnara landi og eisini við djúphavnina, tá veiða varð skipað inn á frystigoymslurnar á havnarlagnum í Vági.

Last modified: 22. juli 2020