Tað gongur væl at breiðka og nýgera vegin í vestara parti av Geilini.
Tað er E-grevstur, sum stendur fyri at breiðka vegin og grava fyri nýggjum rørleiðingum til vatn, yvirflatu-vatn, spillvatn og tele/IT.
Sum er, mangla eini 150 m. at grava í ovara borði á vegnum og í niðara borði skal vegurin í summum økjum eisini breiðkast eitt sindur við grót-útfyllu.
Last modified: 3. oktober 2016