Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Arbeiða við inniklimanum í Heilsumiðstøðini í Vági

30. september 2016

Heilsumidstodin

Í eina tíð hava starvsfólk á Heilsumiðstøðini víst á, at inniklimaði í Heilsumiðstøðini er ivasamt í pørtum av bygninginum.

Seinastu árini eru í samstarvi við serfrøðing gjørdar broytingar og dagføringar, bæði á sjálvan bygningin og á luftsskiftisskipanina. Úrslitini av hesum broytingum hava ikki verið nøktandi.

Illgruni hevur verið um at soppur er í Heilsumiðstøðini. Og av somu orsøk varð serfrøðingur frá Inniluftstænastuni biðin um at koma og taka luftroyndir og harumframt koma við ráðgeving um hvussu inniklimaði kundi gerast betur.

Royndirnar av luftkanningunum, sum vórðu tiknar í gjár, 29. Sept. 2016, vísa høgt virði av soppi í einum rúmi, sum starvsfólk brúka, men tó ikki uppihalda sær allatíðina; meðan smávegis at soppi, tó uttan at tað er vandamikið, er í øðrum rúmum.

Fyri at bøta um inniklimaði er í samstarvi við serfrøðing á Inniluftstænastuni gjørd ætlan um átøk. Hesi átøk fevna um at seta upp nýggjar ventilar í øll rúm, har starvsfólk uppihalda sær, soleiðis at luftskiftið í rúmunum gerst betri. Húsavaratoymið hjá Vágs kommunu er longu farin undir at seta hetta í verk.

Harumframt varð mælt til at rudda út úr kjallaranum í Heilsumiðstøðini, soleiðis at onki tilfar er í kjallaranum, sum kann elva soppavøkstur. Hetta arbeiðið er eisini longu farið ígongd.

Serfrøðin mælir eisini til at skifta verandi ventilatión og seta upp nýggja tíðarhóskandi ventilatión í Heilsumiðstøðini. Fyrireikingarnir til hetta arbeiðið fara beinanvegin ígongd, soleiðis at nýggj ventilatión kann setast í drift í næstu framtíð.

Loysnirnar, sum verða gjørdar, verða gjørdar í tøttum samstarvi við serkunnleika, fyri at tryggja, at bæði starvsfólk og brúkarar hava eitt gott og sunt umhvørvi í Heilsumiðstøðini í Vági.

Ábøturnar, sum verða framdar í dag og komandi dagarnir, gera, at onki virksemi er á Heilsumiðstøðini fram til ónsdagin 5. oktober 2016, tá virksemi verður sum vanligt.

 

Last modified: 30. september 2016