Í fleiri ár hevur verið arbeitt við at fáa seyðin úr býnum í Vági. Verandi býráð hevur eisini sett hetta ovarlaga á dagsskrá.
Nú eru so fyrstu framstigini gjørd. Í apríl mánað í ár varð semja gjørd við hagan í Fjallinum um stik og rulluportur, soleiðis at tá ið seyðurin hjá Fjalsmonnum aftur kemur í bøin í heyst, kemur hann ikki at ganga millum húsini longur.
Tórður Poulsen, formaður í Teknisku Nevnd, fegnast um semjuna við hagastýrið í Fjallinum og at hagastýrið hevur sýnt so stóran vilja í at finna eina góða loysn saman við kommununi.
Umframt hagan í Fjallinum, so er kommunan eisini í góðum dialogi við aðrar hagar, sum hava áhugað í at fáa skipað eina loysn, sum ger at seyður ikki kemur oman í bygt økið. Vónandi verður komið á mál við fleiri av hesum loysnum í summar, soleiðis at stik og rulluportur kunnu setast upp, áðrenn seyðurin kemur í bøin aftur í heyst.
Last modified: 20. oktober 2014