Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Annarleiðis spennandi útiframsýning: Søguslóðir

28. juni 2016

Vágs Sóknar Bygdasavn hevur í ár annarleiðis spennandi jóansøku framsýning, sum er ein útiframsýning undir heitinum “Søguslóðir”.

Talan er um framsýning av gomlum myndum úr Vági. Myndirnar eru prentaðar í stórari stødd og eru hongdar upp áleið á staðnum, har tær vórðu tiknar fyri 80 til 125 árum síðani. Elsta myndin er frá 1890unum og eru so fleiri myndir frá ymiskum tíðarskeiðum fram til 1930ini.

Framsýning er partur av summar- og jóansøkuframsýningini hjá Vágs Sóknar Bygdasavni, sum eisini hevur eina framsýning í Miðlatúni. Framsýningarnar lata upp í morgin – og verður fernisering í Miðlatúni kl. 14 í morgin, ónsdagin 29. juni.

Tá verður høvið hjá fólki at síggja framsýningina í Miðlatúni og fara á ferð rundt Vág á útiframsýning.

 

Last modified: 28. juni 2016