Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Almennur fundur um multihøll í Vági

29. maj 2016

Storhøll

Mánakvøldið kl. 19.30 verður almennur fundur í Skúlahøllini í Vágs Skúla, har kunnað verður um verkætlan við multihøll í Vági, sum rúmar fleiri ymiskum ítróttargreinum, harímillum fótbólti, hondbólti og frælsum ítrótti o.a., og sum er ætlað einum fjøltáttaðum skara av brúkarum, frá ítróttarfólki, til skúlar og stovnar, eldri og rørslutarnað, og onnur.

Fundurin er almennur og verður í Skúlahøllini í Vágs Skúla kl. 19.30 mánakvøldið 30. mai.

 

Last modified: 29. maj 2016