Vágs kommuna hevur sett á skrá eina uppraðfesting av ungdómsarbeiðinum í Vágs kommunu – og tórsdagin 25. mai (Kr. Himmalfarðardag) kl. 17. verður almennur fundur fyri ung í aldrinum 16 til 25 ár.
Fundurin verður skipaður við framløgu og frágreiðingum um ungdómsráðið, sum skal veljast, og um ungdómsarbeiði í Vági Eisini verður bólkaarbeiði, har tey ungu sjálvi seta orð á, hvat tey ynskja at Vágs kommuna og tey ungu í felag skulu arbeiða við.
Fundurin verður í Kafé’ini á Gørðunum tórsdagin 25. mai kl. 17 – og umboð fyri Ungdómsnevndina hjá Vágs kommunu luttaka.
Øll ung í aldrinum 16 til 25 ár eru hjartaliga vælkomin.
Last modified: 23. maj 2017