Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Almenn móttøka á Heilsumiðstøðini í Vági tann 23. mai.

19. maj 2016

Økispsykiatri

Í samband við at fari er undir økispsykiatriska tænastu í Suðuroy, verður bjóða til almenna móttøku á Heilsumiðstøðini í Vági mánadagin 23. mai kl. 13.00 -16.00.

Tað er Psykiatriski depilin á Landssjúkrahúsinum, sum varðar av tænastuni, hvørt endamál er, at veita fólki í Suðuroynni atgongd og møguleika til røkt og viðgerð í psykiatriskum viðurskiftum í egnum nærumhvørvi.

Í samband við móttøkuna bjóðar Birgit Andersen, leiðari í Økispsykiatriini vælkomin, og Landsstýriskvinnan í Heilsu- og Innlendismálum ber fram røðu, eins og umboð fyri Vágs kommunu og Landssjúkrahúsið.

Tónleikur, kaffi og ábit verður.

Last modified: 19. maj 2016