Í samband við at Gurið Krosslá Augustinussen gjørdist ársins ítróttarfyrimynd og Faroe Islands Handball cup, skipað av VB hondbólti, gjørdist ársins ítróttarátak, skipar Vágs kommuna fyri almennari móttøku í VB húsinum.
Móttøkan verður umleið kl. 20.00, tá Gurið og Bogi Mortensen, umboðandi VB hondbólt, eru í Vági aftur. Vegna ringa veðrið og alt eftir nær Smyril er á Tvøroyri, kann tíðin nær móttøkan verður kann broytast.
Heitt verður á øll um at virða almennu koronatilmælini.
Last modified: 14. februar 2021