Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Alice Simonsen skal standa fyri ungdómstilboðnum

4. februar 2014

Alice Simonsen

Nú byrjar ungdómstilboðið hjá Vágs kommunu og verður Alice Simonsen, sum hevur drúgvar royndir við arbeiði við børnum og ungum, sum kemur at standa fyri ungdómstilboðnum.


Í fleiri ártíggju hevur tað verið eitt ynski um at fáa sett á stovn eitt ungdómshús í Vági. Og undan jólum samtykt eitt samt Vágs Býráð at farast skuldi undir at seta á stovn eitt ungdómstilboð, fyri fyrst í eini royndarverktætlan í tríggjar mánaðir nú í vár.

Síðani hetta er søkt eftir fólki og samstundis sum farið er undir at finna skikkaði høli. Og í gjár byrjaði so Alice Simonsen sum leiðari av ungdómstilboðnum í Vágs kommunu. Alice er útbúgving námsfrøðingur, men hevur á sínari starvsleið verið víða, millum annað í ungdómshúsum bæði í Føroyum og uttanlands.

Ungdómstilboðið kemur at halda til í húsinum, sum fólk í Vági vanliga kenna sum Billardhúsið.

Alice er longu farin verka, og var í gjár framvið í Vágs skúla og tosaði við tey ungu, sum eru í aldursbólkunum, sum ungdómstilboðið er ætlað til. Eftir hetta verður gjørd ein ætlan fyri hvussu ungdómshúsið verður opið og nær ymisku aldursbólkarnir kunnu brúka húsið.

Meiri verður sjálvandi at frætta um hetta nýggja spennandi tilboðið í Vági komandi vikurnar.

 

 

Last modified: 21. oktober 2014