Tað er at glaðast um, at traðaeigarar og fólk, sum hava seyð, halda hegnskylduna og tryggja, at traðirnar eru væl stikaðar, hetta eru øll glað um.
Heitt verður tó á traðaeigarar og onnur, sum stika, um at taka gomlu stikrullurnar og gamlar pelar upp og burturbeina hetta á røttum stað, eftir at gamla stikið er tikið niður og nýtt sett upp.
Myndirnar eru av ymiskum støðum í kommununi, har gamlar stikrullur liggja.
Last modified: 3. november 2019