Brekkugerðar Vatnfelag: Kókitilmælið stendur við

Vatnroyndir tiknar í Brekkugerðar Vatnfelag vísa at tað framvegis eru bakteriur í vatninum, og neyðugt er tí at kóka vatnið.

Vágs kommuna yvirtók í mai í ár Brekkugerðar Vatnfelag, sum ikki var  knýtt í kommunalu drekkivatnsskipanina og kommunalu reinsiverkini.

Eftir fyrstu vatnroyndirnar í mai vórðu gjørdar tillagingar, soleiðis at rávatnsgrundarlagið hjá Brekkugerðar Vatnfelag nú er Miðvatn, eins og í restina av kommununi. Hetta bøtti munandi um góðskuna, men enn er ikki komið á mál.

Tekniska deild arbeiðir við varandi loysn fyri Brekkugerðar Vatnfelag. Talan er m.a. um innkeyp av reinsiskipan til drekkivatn, og av somu orsøk fer hetta tíverri at taka nakað av tíð at fáa uppá pláss. Gongst sum ætlað, so verður komið á mál seinni í summar/tíðliga í heyst.

Vatnroyndir verða tó tiknar leypandi komandi mánaðirnar og inntil annað er fráboðað, stendur kókitilmælið við.

Brekkugerðar Vatnfelag fevnir um hetta økið: