Ferðslutrygdarátøk: Ferðtálmandi bungur settar upp

Seinastu árini hevur Vágs kommuna arbeitt miðvíst við at bøta um ferðslutrygdina í kommununi og nú er enn eitt ferðslutrygdarátak framt við tað at sum eina roynd eru settar upp ferðtálmandi bungur ymsastaðni í kommununi.

Tekniska toymið hjá Vágs kommunu hevur í dag sett upp ferðtálmandi bungur í vestara og eystara parti av Geilini, í vestara parti av Toftavegi og á Bøgøtu. Endamálið við ferðtálmandi bungunum er sum verða man at taka ferðina av bil- og skutara-ferðsluni á hesum vegastrekkjum, har nógv børn og ung hava dagliga gongd.

Talan er um økir, har nógvar barnafamiljur búgva, og hava vit tikið áheitanina til eftirtektar og sett tiltøk í verk fyri at fáa ferðina á bil- og skutaraferðsluni niður, sigur Fróði Mortensen, tekniskur leiðari hjá Vágs kommunu. Skipanin við ferðtálmandi bungum er ein royndarskipan og fara vit komandi vikurnar at fylgja við gongdini og eydnast hendan loysnin væl, so fara vit at brúka somu loysn aðrastaðni í kommununi eisini, sigur Fróði Mortensen.

Seinni í summar verða eisini onnur ferðslutrygdarátøk framd í Vágs kommunu og verður meiri at frætta um hetta seinni.

Niðanfyri eru nakrar myndir frá ferðtálmandi bungunum.