Roknskapurin fyri 2018 samtyktur

Á býráðsfundinum mánakvøldið 17. juni 2019 varð roknskapurin hjá Vágs kommunu fyri árið 2018 viðgjørdur og samtykur.

Inntøkurnar hjá Vágs kommunu í 2018 vóru 65,7 mió. kr. Í fíggjarætlanini fyri 2018 var annars mett, at Vágs kommunu fóru at hava inntøkur á umleið 60,3 mió. kr., og vóru inntøkurnar sostatt umleið 5,4 mió. kr. hægri enn mett varð í fíggjarætlanini.

Vágs kommuna gjørdi í 2018 íløgur fyri umleið 7,2 mió. kr. Størsta einstaka íløgan í 2018 var í nýggja graslíkisvøllin vesturi á Eiðinum. Harumframt vóru í 2018 eisini gjørdar íløgur í dagføringar av Heilsumiðstøðini, og er talan um arbeiðið í framhaldi av miðvísu nýgerðini og dagføringini av Heilsumiðstøðini, sum hevur verið ígongd seinastu árini. Kommunan gjørdi í 2018 eisini íløgur á tekniska økinum, m.a. vórðu vegastrekkir og økir á havnalagnum asfalteraði og nýggjar gongubreytir gjørdar. Miðvísa skifti frá gomlum trælyktapelum til nýggjar lyktapelar við LED-ljósum helt eisini áfram í 2018 og er eisini á íløguskránni fyri 2019. Í 2018 vóru eisini nýíløgur gjørdar í drekkivatnsskipanin, umframt at íløgur vóru gjørdar í spillvatnsskipanina, sum nú er at kalla liðug fyri vestasta part av bygdini. Eins og undanfarin á vóru eisini í 2018 gjørdar íløgur í Vágs Skúla, bæði í samband við dagføring av sjálvum skúlanum, og í samband við nýggj undirvísingaramboð.

Vanligi raksturin kostaði umleið 55,2 mió. kr. Umframt kommunala raksturin, so er Vágs kommuna partur av fleiri millum kommunalum samstørvum í Suðuroynni, har Bú- og Heimatænastan í Suðuroy (samstarvið um eldraøkið) er tað størsta. Í 2018 vóru útreiðslurnar hjá Vágs kommunu av eldrarøkinum í Suðuroynni umleið 15,0 mió. kr.

Úrslitið av rakstrinum hjá Vágs Kommunu, sokallaða RLÚ, í 2018 var eitt avlop á 2,2 mió. kr.

Í 2018 rindaði Vágs kommuna 2,5 mió. kr. til afturgjald av lánum. Við árslok 2018 var nettoskuldin hjá Vágs kommunu smáar 31,6 mió. kr., sum svarar til umleið 0,69 álíkning.