Jóansøkubál í Vági longsta dag

Jóansøkubál í Vági er afturvendandi tiltak, sum verður hildið á Tríkantinum hvørt ár á longsta degi (21. juni). Í ár flytur Miriam Norðberg fram røðu. Miriam er saman við familjuni nýliga flutt aftur til Vágs eftir at hava búð í m.a. Danmark og Hollandi í 10 ár.

Á skránni er eisini felagssangur og Vágs kommuna bjóðar eisini kakao og bollar.

Jóansøkubál verður í Vági fríggjadagin 21. juni við Tríkantin á Sandinum og byrjað verður kl. 21.

Øll eru hjartaliga vælkomin.