Vágs kommuna stuðlar Team Rynkeby

Leygardagin 8. juni var Team Rynkeby í Suðuroynni og súklaði. Súklað varð runt í oynni og endaðu súklararnir í Marghøllini í Vági, har Vágs kommuna bjóðaði døgurða. Vágs kommuna hevur somuleiðis latið fíggjarligan stuðul til stóra arbeiðið, sum Team Rynkeby ger. 

Fíggjarligi stuðulin til Team Rynkeby fer óskerdur til børn við álvarsligum sjúkum.