Kunning: Runnar, gras og mold

Húsarhald sum skulu burturbeina runnar úr urtagarðinum og gras frá grasplenuni, og borgarar sum skulu koyra burtur mold frá t.d. útgrevstri, skulu nú brúka hesar skipanir.

Runnar frá urtagarðum skulu koyrast yvir til økið við Tormansá, har kommunan hevur uppsamling av runnum og trøum, sum verða gjørdir til træspónir. 

Tá umræður gras frá grasplenuni og mold frá t.d. útgrevstri, so hevur Vágs kommuna gjørt avtalu við Porkeris kommunu um at brúka moldgoymsluna við Porkeris háls (norðanfyri hálsin).

Legg til merkis, at gras frá súrhoyggja brunnum skal burturbeinast umvegis skipanina hjá IRF í Trøllavík.

Eru spurningar ella ivamál, so ber til at venda sær til Teknisku deild hjá Vágs kommunu á tlf. 663000.