Skótaliðið Royndin og Miðlatún teknikapping: Merkið 100 ár

Skótaliðið Royndin skipar saman við Miðlatúni fyri einari stórari teknikapping í samband við at tað í ár eru 100 ár síðan, at Merkið varð teknað. Kappingin er fyri aldursbólkarnar:
  1. Undir skúlaaldur
  2.  1. til 3. flokkur
  3.  4. til 6. flokkur
  4.  7. flokkur og eldri
Vit vilja fegin fáa so nógvar tekningar sum møguligt í A4 stødd, og tí kann hvør luttakari lata 2 tekningar í part. Talan kann verða um tekningar, klipp og lím ella okkurt annað kreativt, sum mann sjálvur finnur upp á. Treytin er, at Merkið er umboðað. Tekningarnar ella verkini skulu latast inn í Miðlatúni í seinasta lagi tann 23. apríl. Vinnararnir verða kunngjørdir tann 25. apríl.  1., 2. og 3. pláss í hvørjum bólki fær ein vinning. Framsýning av øllum tí innlatna verður í Miðlatúni Flaggdagin og tvær vikur fram.  Vónandi verður undirtøkan góð.