Persónsskattainntøkurnar hjá Vágs kommunu vóru í 2016 42,4 mió. kr. og er hetta tað mesta, sum Vágs kommuna hevur fingið inn í persónsskatti nakrantíð.
Talan er um ein stóran vøkstur samanborið við í 2015, tá Vágs kommuna fekk 38,9 mió. kr. inn í persónsskatti. Í krónum er vøksturin 3,5 mío. kr. og í prosentum er smá 9%.
Last modified: 5. januar 2017