Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

3,5% meiri í skatti í 2015 enn í 2014

5. januar 2016

Vágur-DHa

Inntøkurnar frá persónsskatti vuksu í 2015 við 3,5%, tá samanborið verður við 2014. Í tølum fekk Vágs kommuna álíknað 38,926 mió. kr. í persónsskatti í 2015.

Í 2014 vóru inntøkurnar frá persónsskatti 37,590 mió. kr., og er sostatt talan um ein vøkstur á góðar 1,3 mió. kr. í álíknaðum persónsskatti, tá 2015 verður samanborið við 2014. Leggjast kann afturat, at skattaprosentið í Vágs kommunu lækkaði frá 23,15% í 2014 til 22,95% í 2015.

Í fíggjarætlanini fyri árið 2015 varð mett, at inntøkurnar frá persónsskatti fóru at verða 36,693 mió. kr. og vísa fyribils tøl sostatt, at inntøkurnar fyri árið 2015 vóru góðar 2,2 mió. kr. hægri enn mett í fíggjarætlanini.

Niðanfyri er talva yvir álíknaðan persónsskatt pr. mánað í 2015 og í 2014 í 1.000 kr., og harumframt munurin pr. mánað.

Ár20152014Munur í %
Januar2.8072.7920,54%
Februar2.9732.9710,07%
Mars3.1533.0184,47%
Apríl3.4152.97414,83%
Mai2.9852.8823,57%
Juni3.1512.8978,77%
Juli3.3823.2952,64%
August3.0013.335-10,01%
September3.4483.2147,28%
Oktober3.2393.449-6,09%
November3.7743.08522,33%
Desember3.5983.678-2,18%
Tilsamans38.92637.5903,55%

Last modified: 5. januar 2016