Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

3,25 mió. kr. meiri inni í persónsskatti

5. december 2016

Nú 11 mánaðir eru farnir afturum hevur Vágs kommuna fingið 38,6 mió. kr. inn í persónsskatti, og er hetta 3,25 mió. kr. meiri enn sama tíðarskeið í 2015.

Talan er um ein vøkstur á 9,2%. 

Í fíggjarætlanini fyri árið 2016 var annars mett, at Vágs kommuna fór at fáa 38 mió. kr. í persónsskatti í 2016. Nú 1 mánaði er eftir av árinum, eru inntøkurnar frá persónsskatti longu farnar upp um tær 38 mió. kr. 

Nógv bendir á, at persónsskattainntøkurnar hjá Vágs kommunu fara uppum tær 42 mió. kr. í 2016, ella góðar 4 mió. kr. meiri enn mett var í fíggjarætlanini fyri 2016.

Leggjast kann afturat, at kommunuskattaprosentið í Vágs kommunu 1. januar 2016 lækkaði úr 22,95% niður í 22,50%, men hóast lækkingina, so er talan um ein munandi vøkstur í persónsskattainntøkunum í 2016.

 

Last modified: 5. december 2016