Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Sirið Stenberg heiðursrøðu fyri Pál

3. september 2014

Pál Sirið

Heiðurs røða, sum Sirið Stenberg, forkvinna í Mentanarnevndini hjá Vágs kommunu, helt fyri Pál Joensen í VB-húsinum 3. sept. 2014.

Góði Pál

Vegna Vágs kommunu, t.v.s. okkum øll, sum búgva her, havi eg fingið heiðurin at ynskja tær hjartaliga tillukku við framúrskarandi úrslitunum í Berlin og handa tær eina lítla gávu sum takk fyri alt tað, tú hevur at siga fyri okkum, og fyri alt tað góða tú gevur okkum.

At hugsa sær til, at okkara Pál hevur vunnið tvær silvur til Evropameistarakappingina, er nógv størri enn flestu okkara fata. Til dømis hevði Týskland við omanfyri 80 milliónum íbúgvum ongan svimjara, sum kvalifisera seg til finaluna. Og so svimur tú Pál so framúrskarandi og vinnur tvær silvur. Vit eru ómetaliga stolt og errin av tær og tína vegna.

Við heiðursmerkjunum svam tú teg enn einaferð inn í heimssøguna, inn í Føroya søgu, í okkar egnu lokalu søgu og inn í hjørtuni á okkum øllum.

Tað er gamalt, at tess meira ein hevur stríðst fyri einhvørjum tess søtari er sigurin, tá ið tað eydnast. Og tað liggur nógv venjing og nógv stríð aftanfyri tínir sigrar. Alt eg minnist teg, ert tú farin við taskuni á bakinum aftur og fram út í svimjihøllina. Tað var eins og hvørjaferð, man hugdi gjøgnum rútin, so vart tú at síggja á veg til venjing.

Tú hevur eisini eina fantastiska familju, sum hevur lagt alt tilrættis fyri at gera umstøðurnar so góðar sum gjørligt hjá tær, eina fitta damu, fingið gott í beini frá Jón Bjarnason og góð fólk, sum bakka teg upp. Og hesi ting eru umráðandi skal alt samvirka til tað góða, og góð úrslit spyrjast burturúr.

Tað sigst at sviin Ingmar Stenmark einaferð í eini samrøðu eftir at hava vunnið, bleiv spurdur, um hann ikki var øðiliga heppin, tí hann vann so nógv. Hann svaraði tá, at tess meira eg venji, heppnari verði eg. Henda útsøgn setur tingini í rætta perspektiv, tí sjálvsagt kemur ongin uppá hægstu tindar uttan beinhart arbeiði.

Pál tú ert ein fyrimund fyri okkum øll. Tú vísir í verki, at tað, sum kann tykjast ómøguligt við ídni og høgum málum, ikki bara kann gerast møguligt, men er møguligt. Tey smáu síggja upp til tín, og bara tað, at tey kunnu svimja, tá ið tú svimur hevur uttaniva meira at siga, enn vit hugsa. Tað er ikki ein og hvør, sum kann venja saman við eini heimsstjørnu. Og vit øll onnur síggja eisini øll upp til tín, bæði fyri tað tú gert, men sanniliga eisini fyri tað tú ert. Pál, heimsstjørnan, er eisini ein heilt vanligur ungur maður, okkara bygdadrongur, sum enn er tann sami, hóast alt tað hann hevur vunnið. Tú hevur onkursvegna eina so heilstoypta persónligheit, sum upplivist so ekta og vís. Hetta skapar virðing ikki einans um tíni úrslit, men eisini um tín persón. Og tann samanrenningin er tignarlig.

Tá ið tú svimur, so savnar tú okkum sum fólk og tjóð. Hvat annars kann skilja okkum at, so fylgja øll við tær og føla við tær, bæði tá ið tað gongur við og ímóti. Tú styrkir harvið um okkara felagskenslu og samleika bæði sum føroyingar, suðringar og vágbingar. Tú setur Føroyar á heimskortið og er okkara besti ambassadørur. Tú savnar eisini føroyingar staddir uttanlands og er onkursvegna ein, øll vilja eiga eina aktiu í. Tú gevur íblástur og ert við til at opna dyr. Langhylurin, sum er í gerð, er eitt gott dømi, góðu úrslitini hjá SuSvim tala fyri seg, og styrkta ynski um IOC limaskap somuleiðis.

Fari hervið at handa tær eina gávu frá bygdafólkinum og takka fyri ríkar løtur. Vit gleða okkum til framhaldandi at fylgja við tær og fara altíð at stuðla tær víðari fram á leið.

Takk fyri

Last modified: 20. oktober 2014