Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

100 tals fólk vitjaðu Eikilund

2. juni 2013

2013-06-Eikilund (2)

Nýggi dagstovnurin í Vági, Eikilund, var í dag opin fyri almenninginum.

Fleiri hundrað fólk høvdu leitað sær í nýggja dagstovnin í Vági seinnapartin í dag, nú dagstovnurin var opin fyri almenninginum.

Dennis Holm, borgarstjóri, bjóðaði vælkomin (sí røðuna niðanfyri).

Síðani sungu barnagarðsbørn og barnakórið hjá Frelsunarherinum.

Eftir tað fluttu Sirið Stenberg, forkvinna í Mentanarnevndini (sí røðuna niðanfyri), og Eydis Kjærbo, varaborgarstjóri og limur í Mentanarnevndini (sí røðuna niðanfyri) fram røðu.

Og at enda tók leiðarin av nýggja dagstovninum, Anna Maria Jacobsen, samanum.

Nýggi dagstovnurin fekk eisini handaðar gávur í smb. við almennu upplatingina. Sirið Stenberg handaði ein málning, sum Hansina Iversen hevur málað, frá Vágs Býráð. Hallur í Heiðunum handaði vegna Tvøroyrar Kommuna eina mynd av føroyskum dansi. Harumframt hava Dagrøktin í Vági, Suðuroyar Sparikassi og onnur – feløg, stovnar og privatfólk eisini latið nýggja dagstovninum gávur.

Niðast eru nakrar myndir frá degnum.

 

Røðan hjá Dennis Holm, borgarstjóra

Hjartaliga vælkomin og hjartaliga tillukku til børn, foreldur, starvsfólk – ja, til okkum øll.

Nú upprann hesin stóri dagurin, sum okur hava bíðað eftir í so nógv ár. Dagurin, har okur lata upp fyri almenninginum ein nýggjan dagstovn í Vági.

Børn, foreldur og starvsfólk stórtrívast longu her. Stovnurin varð jú tikin í nýtslu fyri 2 vikum síðani.

Hesin dagstovnurin hevur verið á ynskilistanum hjá borgarum í Vági í nógv ár. Ætlanir um nýggjan barnagarð vóru longu frammi fyri eini 25 árum síðani. Og er tað í veruleikanum eitt sindur av tilvild, at tað bleiv hetta býráðið, sum skuldi lata upp nýggja dagstovnin.

Tí arbeiðið við nýggjum dagstovni í Vági hevur verið á dagsskrá hjá í øllum førum trimum av teimum seinastu býráðunum – og ein partur av stykkinum her dagstovnurin er bygdur er enntá keypt til barnagarð nakað áðrenn tað.

So takk til tykkum undanfarnu býráð fyri at tykur setti hetta á dagsskrá. Eisini eina takk til verandi býráð, sum hevur tikið upp stafettina eftir undanfarna býráð og borið verkætlanina á mál.

Okur – borgarar í Vágs kommunu – hava øll í felag bygt ein fantastisk deiligan dagstovn.

Ein dagstovn, sum er normeraður til 90 børn, 66 barnagarðsbørn og 24 vøggustovubørn. Ein dagstovn á 530 fermetur – og sum við einum kostnaði á góðar 8,5 mió. kr. íroknað øllum, má sigast verða ein heilt óvanliga bíligur dagstovnur.

Hetta hevur borið til, tí okur eiga gott og dugnaligt fólk her á staðnum.

Við Tórhalli Áslakssyni leiðara av Teknisku deild hjá Vágs kommunu á odda – í góðum samstarvi við verandi og undanfarnu leiðarar og starvsfólk á dagstovnaøkinum – eru tekningar gjørdar. Dagstovnurin er bygdur av lokalum fyritøkum. Og arbeiðsfólk hjá kommununi hava gjørt eitt megnar arbeiðið bæði áðrenn, meðan og í tíðarskeiðinum eftir at dagstovnurin var liðugur.

Eg haldi at okur skulu takka teimum og geva teimum eitt hond fyri framúr gott arbeiðið.

Við hesum nýggja dagstovninum, hava okur nú tvey framúr góð tilboð til foreldur, sum ynskja barnaansing Vági. Nýggi dagstovnurin kemur afturat verandi dagrøktarskipan, sum heldur áfram.

Lat meg eisini leggja afturat, at okur í Vági hava millum tey lægstu gjøldini fyri barnaansing í landinum – hví, jú tí okur sum kommuna raðfesta hendan partin av trivnaðinum hjá okkara borgarum høgt. Bygging av nýggjum dagstovnurin endurspeglar eisini, at okur sum kommuna meina tað, tá okur siga okkum vilja raðfesta barnaansingarøkið og trivnaðin hjá barnafamiljum.

Eg vóni at tykur børn, foreldur og starvsfólk fara at gleðast um hendan nýggja dagstovnin í Vági.

Og at øll vitjandi fara at njóta løtuna saman við okkum í góðveðrinum her seinnapartin.

Enn einaferð hjartaliga vælkomin.

Takk fyri.

 

Røðan hjá Sirið Stenberg, forkvinnu í Mentanarnevndini

Í dag er søguligur dagur í Vági og øll eru glað. Hetta er fyrstu ferð vit taka ein dagstóvn í brúk, sum er bygdur til endamálið- ella bygdur til børnini, og tað er gleðiligt. Tað hevur verið eitt gamalt ynski at fáa dagstóvn í Vági bygdan. Gjøgnum tey síðstu yvir 20 árini er arbeitt miðvíst við hesum og endilga eru vit nádd á mál. Tað sum nokk hevði avgerðandi tydning fyri at vit standa her í dag var, at 3 milliónir blivu avsettar til barnagarð av byráðnum fyri nógvum árum síðan og so, tá ið vit í seinasta býráði avgjørdu at fara til Gjáar at leggja fíggjarætlan, og har gjørdu tað avtalu, at nú skuldu allar nevndir brúka hvørja krónu tær yvirhøvur kundu avseta til barnagarð. Tí hava onnur ting eisini ligið á láni at fáa gjørd, men úrslitið síggja vit nú- vit hava fingið ein nýggjan barnagarð, sum er betaltur. So leingi er tað ið væl skal vera

Sjálv haldi eg, at tað var ein røtt og vís avgerð at raðfesta børnini, tí tað er at raðfesta framtíðina. Børn skulu bara hava tað besta, tey skulu hava góð minnir úr teirra uppvøkstri, skulu vera í einum kreativum og skapandi umhvørvi, og skulu vera millum fólk, sum hava sum høvuðsendamál at menna og menta tey- og at vera góð við tey. So hava vit sátt fræ til góðar borgarir framyvir, og harvið góða framtíð.

Barnaansingin hevur nú fingið góðar karmar at virka undir, og uppgávan hjá starvsfólkunum verður tí framhaldandi at hava eitt gott innihald í tí sum verður bjóðað. Og hetta havi eg stórt álit á, og roynir av, at tit eru framúr til. Sum brúkari av øllum okkara samlaða ansingartilboðið, má eg hava loyvi at rósa tykkum øllum, sum hóast ofta trongar fysiskar karmar hava megnað at skapað so gott innihald í ansingina. Her havi eg royndir sum mamma úr dagrøktini, gamla Eikilund, frítíaðrskúlanum tá ið hann var í skúlanum, frátíðarskúlanum hjá Karlot, og nú í nýggja Eikilund- og alt hevur verið líka gott, trygt, mennandi og umsorganarliga framúr, og tað er í míni verð tað allar mest umráðandi.

Man má siga at tit hava livað upp til orðini, sum ein kendur íslendari segði, tá ið hann aftaná útlegd í Amerika kom aftur og stóvnsetti musikskúlan í Íslandi : ”ein skúli er ikki húsini, men fólkini sum eru í honum” Soleiðis er eisini við tykkum, tað eru tit starvsfólk, sum skapa innihaldi, nærveruna, trivnaðin og menningarmøguleikarnar í húsunum. Og nú tit fáa góðar karmar, so er tað bert at frøðast enn meira um møguleikarnar, men kjarnar í øllum verður altíð fólkini. Sjálv eri eg serliga spent uppá tað kreativa og skapandi arbeiði, sum nú kann fara fram tí hølir eru til tess, og til hvussu tað fer at roynast at geva eitt betri heildartilboð til tey børn, sum tørva nakað eyka, sameint við alt tað dagliga arbeiði á stóvnunum. Má Jesus pápin fylgja tykkum og signa tykkum øllum dagarnar í hesum heimsins tydningarmiklasta yrki.

Fari eisini at takka øllum sum hava verið við at leggja sítt klípi til, at vit í dag taka dagstóvnin í brúk. Núverandi og fyrrverandi leiðslur í barnaansingini, núverandi og fyrrverandi býráðum, Tórhalli fyri at tekna barnagarðin, øllum arbeiðsfólkum, sum hava arbeitt her, og øll sum á sín hátt hava viðvirkað til at ætlanin gjørdist veruleiki, og ikki minst øll foreldrini, sum hava arbeitt fyri barnagarðsætlanini og havt tol øll hesi árini. Har øll arbeiða fyri felags málum ber til at røkk langt.

Vegna býráðið skal eg handa Eikilund ein málning, sum tit kunnu hava til prýðis á stóvninum. Hetta til íblástur og trivnað fyri børn og vaksin, tí tað er ikki at undirmeta hvønn tydning tað hevur fyri okkum øll at fáa listarligar upplivingar. Listakvinnan Hansina Iversen hevur málað, og hon var serliga glað fyri at málningurin skuldi í ein dagstóvn, tí hon segði at børnini vóru so spontan og so góðir kritikarar. Vónandi kann málningurin ríkað tykkum og stimbra til kreativitet. Børnini er so deiliga óspilt og hava so nógv goymd evnir, sum tit uttan iva fara at megna at fáa fram.

Starvsfólkið í Eikilund hevur skipað so væl fyri í dag, og hava lagt dent á at hetta skal vera dagur barnanna. Tað frøðir meg, og kanska verður dagurin í dag nakað av tí, sum nakrir av okkara fittu smáu borgarum koma at hava sum síni allarfyrstu minnir. Fyri meg sjálva, og nógv av okkum, verður hetta ein dagur vit seint gloyma, og sum vit kunnu liva leingi uppá, ja ein dagur sum festir seg í minni.

Hjartaliga tillukku ynski eg okkum øllum og Harrans signing. Tað skal vera mítt ynski at stóvnurin verur við til at skapa lívsvirðir og bjarta framtíð fyri okkum øll. Fari at enda við einum lítlum broti úr eini yrking hjá Niels Petur Nolsøe um at njóta løtuna og tydningin av góðum minnum :

Tær eydnuríku løtur vit munnu minnast á,
tær eru silvurperlur- sum drignar uppá tráð.
Mót teimum blikna allar aðrar- ongin var so svørt-
at hon kann køva ein ljósa – eiðasørt !

 

Røðan hjá Eydis Kjærbo, varaborgarstjóra

Góðu Vágbingar

Hetta er ein stórur dagur í dag, nú ogur kunna vísa ogra nýggja, stásiliga barnagarð fram fyri almenninginum.

Tað var eisini ein stórur dagur tann 15.09.2011, tá eg sum forkvinna í Mentynarnevndin, slapp at seta fyrsta spaðan í til tann nýggja barnagarðinum,saman við Kirstin Strøm Bech, táverandi borgarstjóra. Tá hevði eitt samt býráð avgjørt at nú skuldi byggjast, sjálvt um ogur ikki sloppi at láni til íløguna. Tey sum høvdu sitið framundan okkum høvdu spart 3 millónir saman til barnagarð, og tøkk havi tey fyri tað, og so mátti vit spara , fyri at finna tað sum restaði í, einar 5 milliónir. Tórhallur teknaðu so bygningi og tað hevur hann gjørt við hepnari hond. Í dag eiga vit eitt stásiligan bygning , sjálvt um hann ikki er av teimum dýrastu og hann er betaltur. Tað hevur verið eitt tungt tak at fáa peningin til vega, men nú eru vit komin á mál og tað er gott. Tað sæst gamaní eisini aftur í bygdini , ogur hava holutar vegir, trælyktapelar o.s.v, men eitt orðatak sigur, at Rom bleiv ikki bygdur eftir einum degi, og tað verður Vág heldur ikki. Nú hava ogur bygt til tey gomlu og til børnini, og so fara vit víðari til tað næsta.

Eg fari at enda at ynskja starvsfólkunum, børninum og okkum øllum hjartaliga tillukku við nýggja bygninginum, eg eri sera glað fyri at tit nú fáa góðari nútíðar hoskandi umstøður at virka undir, og eg vóni, at tit fara at trívast væl her og at tað fer at ganga tykkum væl.

 

Last modified: 3. juni 2013