Tann 18. Apríl 2018 fylti Poul Olsen í Vági 100 ár. Dagurin varð hildin á Hamragarði, men Poul býr framvegis heima.
Millum nógvu gestirnar vóru Aksel V. Johannesen, løgmaður, og landsstýrisfólk, og Eydis Kjærbo, varaborgarstjóri í Vágs kommunu.
Løgmaður og varaborgarstjórin fluttu fram røðu og heilsadu Poul tillukku á stóra degnum. Orðið á Borðið sungu eisini fyri Poul.
Last modified: 30. juli 2018